Føroyskir fótbóltssangir
Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð, teir vunnu bæði HB og onnur lið so fræg, so fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag, humørið var tað besta, ið nakar hevði sæð. Farið fram garpar, vinnið hvønn dyst, so at vit síggja, at TB er fyrst, frá málmanni og út á uttasta vong, ja, leiðarin er við, ja, leiðarin er við, ja, øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.
Og Niels hevur felagið stovnað, hann formaður var fyrstu ferð, og nú er tað felagið stovnað, so nú alt tað sama ger. B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar, B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar.
Fram er altíð fremsta lið, Fram er altíð fremsta lið. Á leikvøllum vit rópa okkum hásar við, Fram er altíð fremsta lið.
Sunnast í Føroyum í ein útsynning búleikast sumbingar um fjørðin kring, her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað.
Liðið tað eitur KÍ; KÍ tað eru vit, vit hava hvítan og bláan lit, ja, KÍ, tað eru vit.
Eiðis Bóltfelag var einaferð komið nær, ja, so nær at tað mundi doyð út, men so fingu teir pokal og við honum settu mál drívið á, drívið á, drívið á.
Her kemur GÍ stavað við G, GÍ er nakað heilt fyri seg, segði tú G av fyrstan tíð, so mást tú eisini siga Í.
Á, vit halda øll við NSÍ, á, vit halda øll við NSÍ, vit stuðla teir alt tað, vit megna, úrslit tá vit munnu fá.
Men kenna tit eitt fótbóltslið, ið altíð er á ferð, og mangur ein tá frøist við tað vakra spæl, ið er. :/ Suður norð, eyst og vest, allar flest, vita sjálvandi, at HB skorar mest, hartil flest, HB allastaðni best. (x2)
Sangur settur saman av: Petur Slyne, Stamen Stanchev og Uni Arge.
Finn sangin her: [ Ссылка ]
Ещё видео!